
Í gjárkvøldið bórust boðini um at Jóan Jakku Guttesen var farin.
Jóan Jakku var heiðraður, við ársins tónleikaheiðri í 2023, hetta var væl uppiborðið, tí tað hann tónlistarliga hevur lagt eftir seg er blivið til dýrgripir í føroyskari tónleikasøgu.
Jóan Jakku er ein av teimum, sum hevur uppfunnið og skapt, tað sokallaða vágasoundið.
Jóan Jakku var beinrakin, bæði í síni tónleika- og tekstaskriving, men hann kundi eisini vera beinrakin og hittinorðaður í vanligum práti.
Áðrenn lív aftur bleiv blást í Tinganest dámdi Jóan Jakku væl at vera í vanligum vertskapi, hetta hevur hann seinastu árini ikki havt stundir til í sama mun, tí Tinganest og Stongum og Guttesen hava verið so nógv umbidnir.
Hann var onkutíð inni á gólvinum hjá okkum á vestanstevnu og hóast lítillátin, so fylti hann rúmið tá hann var til staðar, hetta við síni hugnaligu veru, skemti og eygleiðingum.
Hvíl í friði góði Jóan Jakku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald