Mentan

Jólapakki til øll húskir í Vágum fríggjadagin

Vesturvarði, sum hevur verið til fiskiskap á íslendsrygginum, kom í morgun á Miðvág. Menn fara at skera flak frá túrinum, og Vesturvarði, saman við tilhoyrandi feløgum, bjóða øllum húskjum í Vágum ein jólapakka við 3 kg av flaki – ókeypis og beint til jóla.

2025-12-18 15:52 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Borgarar í Sørvágs kommunu kunnu heinta fløkini fríggjadagin frá klokkan 15.00 til klokkan 18.00 á Dungasandi. Útdeilingin verður skipað sum drive-through. Koyrt verður oman eftir Stoffabrekku (til vinstru fyri Á handilin), framvið Dansistovuni og út av økinum eftir Dungasandi niðan ímóti Pollastovu. 

Borgarar í Vága kommunu kunnu heinta fløkini fríggjadagin frá klokkan 15.00 til klokkan 18.00 við Snarfrost í Miðvági. Útdeilingin verður skipað sum drive-through. Vegurin fram við Snarfrost verður einsrættaður ta løtuna, koyrt verður oman á keiina frá Miðvági, og møguligt at koyra út niðan keibrekkuna ella Hillingartanga. Býráðspolitikarar fara at hjálpa til við geva út jólapakkarnar.

Heitt verður á tey, sum eru avvarðandi hjá eldri fólki og fólki, ið sjálvi ikki hava møguleika at koma eftir jólagávuni, at hugsa um tey og bera jólapakkan heim til teirra.

Sørvágs kommuna og Vága kommuna fegnast um átakið og takkar Snarfrost og Vesturvarða fyri hesa gávu til borgararnar í kommununum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder