2025-08-12 10:59

Krígssavnið víðkar nú um húsarúmdina við at endurreisa barakkina vestan fyri SOR-bygningin. Vestara barakkin verður liðug síðst í januar 2026. Eftir hetta verður farið undir at endurreisa eystaru barakkina, sum verður liðug í juli 2026. Tá fær SOR-bygningurin aftur sítt uppruna skap og samstundis betri pláss – millum annað til framsýningar av størri lutum.
Á myndini eru frá vinstru: Klæmint Weihe, formaður í bygginevndini hjá Krígssavninum, Karl Jóhan Nielsen, formaður, og Karl Andrias Petersen, arbeiðsleiðari hjá J&K Petersen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald