Annað

Leitingin heldur fram

Kl. 19.00 tann 28. juni kom fráboðan frá MS Norrönu um, at ein persónur var farin fyri borð. Norröna var tá stødd suður úr Norra.

2025-06-28 22:21 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Leiting varð beinanvegin sett í verk av Hovedredningssentralen í Norra, sum sendi skip og tyrlu á staðið.

Eftir boðum frá norsku mynduleikunum fór Norröna aftur í sigling kl. 21.00. Leitingin eftir viðkomadi heldur fram.

Norröna verður á Havnini sunnukvøldið.

Tíðindaskrivi er frá Smyril Line klokkan 21:06.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder