Ítróttur

Leygardagin var móttøka fyri Sandavágs Talvfelag

Sandavágs Talvfelag gjørdist Føroyameistari í liðkappingini, og fríggjadagin endurvann Høgni E. Nielsen FM-heitið fyri einstaklingar.

2026-04-06 10:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað hevur gingið væl hjá Sandavágs Talvfelag í vetur.

1. lið gjørdu bart í landskappingini í talvi í vetur. Sandavágs Talvfelag gjørdi ikki mætari enn at vinna allar tíggju dystirnar í 1. Deild, og blivu tí føroyameistarar í liðkappingini. ST fekk 30 stig meðan Havnin fekk 25,5 stig. Sostatt hevur Sandavágs Talvfelag ognað sær sítt níggjunda FM-heiti í fremstu deildini. Teir hava tí lagt Klaksvíkar Talvfelag aftur um seg við einum FM-heiti meiri, og eru nú felagið við næstflestum FM-sigrum.

Les meira her.

Langa fríggjadag gjørdis Høgni E. Nielsen føroyameistari fyri einstaklingar. Suni Merkisteiin skrivaði tá: “Høgni vann í stórum stíli við dundrandi kongaálopi í dag. Eftir 25 leikir mátti Flóvin M. Tummasarson geva upp ond.”

Høgni E. Nielsen hevur nú blivin føroyameistari seks ferðir.

Les meira her.

Í hesum sambandi var móttøka leygardagin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder