Politikkur

Løgmaður vitjað í Sandoynni

Við jøvnum millumbilum er løgmaður á vitjanum kring landið. Fyrradagin vitjaði løgmaður, Beinir Johannesen, í Sandoynni. Endamálið við túrinum er at hitta fólk og hoyra ymiskar áskoðanir um viðurskifti, sum fylla í nærumhvørvinum.

2026-05-30 14:32 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

"Tað hevur stóran týdning fyri meg at hoyra, hvat føroyingar hava upp á hjartað, og tí ætli eg mær at vitja javnan kring landið.", sigur Beinir Johannesen, løgmaður. 

Dagurin byrjaði í nýggjari útstykking uppi á Ryggi á Sandi, har løgmaður hitti nakrar barnafamiljur, ið hava valt at seta búgv har. Eftir hetta savnaðust næmingar úr 6. og 7. flokki á Sandoyar Meginskúla og settu spurningar til løgmann um mong ymisk evni.  

Í Skálavík savnaðust borgarstjórar í oynni at hitta løgmann.

Eisini varð vitjað í Dali, hjá MBM í Skálavík, á eldrasambýlinum Skerið í Skopun og í Búrhandilinum í Skopun. 



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder