Annað

Løgreglan og Heilsufrøðiliga starvsstovan kannaðu eitt festi í Vágum

Løgreglan fekk í vikuskiftinum eina fráboðan um, at skrell var blakað í náttúruna.

2026-02-03 07:47 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Av løgreglustøðini verður í morgun upplýst, at løgreglan var saman við Heilsufrøðiligu starvsstovuni í Vágum í gjár og kannaði eitt festi í sambandi við djóraverndarlógina.

Tað kom eftir, at løgreglan fekk í vikuskiftinum eina fráboðan um, at onkur hevði blakað skrell út í náttúruna. Tað er brot í umhvørvislógina. Eingin er skuldsettur í málinum enn.

Umframt at løgreglan var í Vágum, so fekk løgreglan fráboðan klokkan 15:42 at eldur var í einum bili í Eysturoynni. Eingin var í bilinum, men bilurin var í gongd. Helst bleiv arbeitt uppá bilin. Bilurin fór illa, og verður tað ikki bilur aftur verður sagt av løgreglustøðini.

Les eisini: Skuldsettur fyri at siga seg vera politistur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder