
Havstovan:
Góð 20 fólk hava verið á fundinum, flestu teirra í Føroyum, men nøkur hava luttikið talgilt.
Stovnsmetingararbeiðið er umfatandi og krevur bæði tilfar frá rannsóknartúrum og frá fiskiskapinum. Undan fundinum verður alt tilfarið savnað og eftirmett, og síðan verður sjálv stovnsmetingin gjørd og eftirmett á fundinum. Næsta stigið eftir fundin er, at ein tilmælis-bólkur eftirmetir stovnsmetingarúrslitini og letur ICES-tilmælið úr hondum. ICES-tilmælið fyri, hvussu nógv kann fiskast av gulllaksi og longu í 2026, verður alment um hálvan juni.
ICES er altjóða granskingarstovnurin fyri fiskastovnar í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum. Stovnsmetingararbeiðið er býtt á fleiri serfrøðingabólkar, og ein av hesum bólkunum er WGDEEP, har til dømis føroyska longan og gulllaksurin verða stovnsmett. Oftast eru fundirnir á høvuðsstøðini hjá ICES í Keypmannahavn, men av og á verða teir hildnir á ymsu rannsóknarstovnunum, og hesa ferð er WGDEEP komin til Føroya.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald