Sjey umsóknir komu inn til leiðarastarvið og í dag kann felagið boða frá, at Jórunn Gudmundsen úr Sandavági, er sett í starvið.
Jórunn Gudmundsen er 32 ára gomul og hevur eina akademiútbúgving í leiðslu á Glasir og somuleiðis eina skrivstovuútbúgving innan almenna fyrisiting.
Hon hevur seinast starvast sum marknaðarráðgevi hjá Teima Ráðgeving og leiðari av í Ungdómshúsinum í Sunda kommunu. Undan hesum hevur arbeitt sum móttøku- og skrivstovufólk í einum farloyvisstarvi í ALS, skrivstovufólk í Familjufyrisitingin í farloyvisstarvi, umframt at hava arbeitt sum marknaðarleiðari í RD Group í 2022-2024.
Jórunn er virkin ítróttarkvinna og hevur íðkað nærum allan ítrótt og súkklar við Team Rynkeby.
Hon er eisini kend sum tónleikari og hevur útgivið fleiri stakløg.
Jórunn byrjar í starvinum sum leiðari fyri Messuna 1. apríl 2026.
Vit ynskja Jórunni hjartaliga til lukku og vælkomnari í Messuni.
MESSAN
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald