2026-02-04 08:00
Við Tórði á túri legði henda tekstin á Facebook í gjár: Hesi seinastu árini búði Mikkjal á ellisheimi í Qaqortoq. Leygardagin fekk hann ein blóðpropp og varð lagdur inn á sjúkrahúsið og vaknaði ikki aftur.
Í Qaqortoq siga tey, at Mikkjal hesi seinastu árini bleiv ein býarmynd, sum øll kendu og vóru góð við. Eins og í Føroyum hildu tey tað vera sera sjáldsamt, at maðurin hevði klárað at búleikast einsamallur í so mong ár í oynni. Kortini hevur Mikkjal trivist væl á ellisheiminum. Hann kláraði at halda tríggjar føðingardagar har, og hann elskaði at vera miðpunkt, siga tey.
Eg var úti í oynni og vitjaði Mikkjal í 2021, og í oktober árið eftir brann heimið hjá honum í grund. Og sjálvt um Mikkjal ætlaði at innrætta seg í seyðhúsinum við síðuna av, endaði tað við at hann kom inn í býin, Qaqortoq, og har hevur hann sum sagt búð á ellisheiminum seinastu árini.
Fyri meg hevur vitjanin hjá Mikkjali úti í oynni verið ein tann minniligasta uppliving í mínum yrki. Tað var áhugavert at hitta hendan einabúgvan av Viðareiði, sum var ein so gløggur eygleiðari mitt í náttúruni, og sum hevði varðveitt tað málið viðingar tosaðu tá hann fór heimanífrá. Burtur úr hesari vitjan komu tvær útvarpssendingar.
Mikkjal fór til Grønlands í 1963 og hevur ongantíð verið aftur. Hann fer til gravar í Qaqortoq hósdagin.
Tórður Mikkelsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald