Mentan

Myndir: Hava tikið stóru veltuna í Sandavági upp

Í gjár møttust starvsfólk hjá Betri við familju, at taka helst Føroya størstu flagveltu upp.

2025-09-24 11:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Talan er um eitt starvsfólkatiltakið ið byrjaði í 2022. Tá var velt í bóndabønum á Ryggi í Miðvági. Tá vóru sjey tunnur settar niður, og fingu tey fýra tons av eplum upp aftur.

Í 2023 blivu 12,5 tunnur settar niður á bønum á Giljanesi. Veltan var 3300 fermetrar til støddar. 12,5 tunnur svara til at 15.000 eplir vóru sett niður. Tá komu 10 tons av eplum upp aftur. 

Í fjør var veltan uppaftur størri. 17 tunnur blivu settur niður á Giljanesi, sum svarar til meira enn 20.000 eplir. Støddin í veltuni var um 5000 fermetrar.

Í ár vóru 17,5 tunnur settar niður, sum svarar til 21.000 eplir. Hesuferð var velt í bønum omanfyri Fiskastykkið í Sandavági. Væntandi koma 13-14 tons av eplum upp tá ið allar velturnar eru tiknar upp.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder