Mentan

Myndir: Kongshjúnini og Josephine komin til Miðvágs

Seint seinnapartin kom bjargingarbáturin Lív á Miðvág - umborð vóru Kongshjúnini og yngra dóttur teirra Josephine prinsessa.

2025-06-10 19:11 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Klokkan 14:12 seinnapartin í dag setti eitt flogfar seg í Vágum við Kongshjúnunum og yngru dóttur teirra. Tey fóru á flog aftur við tyrlu lítla løtu seinni, tá ið leiðin gekk út til Koltur.

Rescue Lív var eftir teimum í Koltri, og sigldi tey til Miðvágs. Kongaskipið Dannebrog hevur verið á Miðvági síðani leygardagin.

Í morgin byrjar almenna vitjanin hjá teimum. Tað er løgmaður ið er vertur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder