Politikkur

Myndir: Stórur dagur í Sørvági

ÍTRÓTTARHØLLIN Í SØRVÁGI VERULEIKI

2026-04-13 16:52 Author image
Sørvágs kommuna
placeholder

Síðani fyrst í hesi øldini, hevur ítróttarvirksemi í Sørvágs kommunu veruliga sett Sørvág á føroyakortið. Serliga er tað flogbólturin ið hevur verið flaggskipið, har felagið síðani 2001 hevur verið við í fleiri enn 250 finalum hjá børnum og vaksnum. Umstøðurnar til innandura ítrótt hava verið vánaligar, men nú kemur vend í.

Á bygdaráðsfundinum 08.04.2026 varð samtykt at gera sáttmála við Kanjon um bygging av ítróttarhøll í Sørvági. Í dag var sáttmálin undirskrivaður. Sáttmálaupphæddin er kr. 43.882.382 u/mvg. Høllin skal standa liðug í oktober í 2027.

Hetta merkir m.a betri umstøður til innandura ítrótt í Sørvági. Nýggja høllin verður umleið 2.000 fermetur. Leikøkið verður 25 x 45 m., ið gevur gott pláss til tríggjar flogbóltsvallir á stuttsíðu og litaðan flogbóltsvøll á langsíðu. Hæddin á leikøkinum verður 9 m. Umframt flogbólt, so verða eisini strikur og umstøður til hondbólt, badminton og kurvabólt.

Yvirskipað inniheldur høllin høvuðsinngongd, skrivstovu, fýra skiftirúm, hølið til felag, fitnessøkið, vesifasilitetir, sølustað og goymslupláss. Høllin tekur atlit til koyristólsbrúkarar og er sýnd við lift, áskoðaraplássi til koyristólsbrúkarar, lætta atkomu og stór skiftirúm, ið gevur koyristólsbrúkarum møguleika at íðka ítrótt í høllini.

Høllin verður eitt livandi savningarstað fyri alla kommununa, har børn, ung og vaksin kunnu hittast um felags áhugamál og upplivingar. Við betri umstøðum er møguleiki at menna ítróttaliga støðið enn meira.

Børn og ung fáa tryggar og góðar karmar at menna seg, bæði kropsliga og sosialt. Ítróttur er ein týdningarmikil partur av trivnaði, og við nýggju høllini verður grundarlag lagt fyri einum sunnari og virknari lívi. Eisini gevur høllin betri møguleikar at skipa fyri venjingum, kappingum og tiltøkum, sum kunnu savnað fólk úr øllum landinum.

Harumframt verður høllin eitt týdningarmikið íkast til felagsskapin í Sørvági. Hon fer at mynda rammur fyri felags upplivingum og mentanarligum tiltøkum, ið styrkja samanhaldið í kommununi.

Høllin verður bygd sunnanfyri dagstovnin Alvalon. Sjálvur bygningurin tekur atlit til verandi bygging, har tað serliga er framsíðan, sum við síni uppdeiling ger bygningin livandi og fólksligan. Uppdeilingin brýtur stóra rúmið niður og myndar eina yvirdekkaða atkomu við bæði rampu og trappum, ið ger heildarupplivingina spennandi. Høllin liggur væl í nærumhvørvinum.

Innan er høllin innbjóðandi og fjálg. Hallarrúmið myndar eina fullfíggjaða heild, har berandi límtræ myndar eitt tektoniskt rúm, ið er við til at stimbra og skapa synergi til tað byggilistarliga. Fjálga límtræið, ið stendur upp ímóti ljósabrúnu ljóðpanelunum, gevur eina heildaruppliving, ið eggjar til sosialisering og menning innan ítrótt og trivnað. Sostatt eitt rúm, ið byggilistarliga lýsir eitt stað, har tað er gott at vera, og har tey teknisku viðurskiftini myndað byggilistina.

Seinni í ár fer Kanjon at hava framløgu um høllina fyri øllum borgarum í Sørvágs kommunu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder