Ítróttur

Nógv fólk sjúk eftir Oslo túrin

Hesa vikuna hava sera nógv fólk verið sjúk, sum hava verið í Oslo og hugt eftir hondbólti.

Tilvildarlig savnsmynd

Tilvildarlig savnsmynd

2026-01-25 22:48 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

EM-kappingin í Oslo hevur tikið hart á fleiri føroyingar, sum eru komnir heim aftur sjúkir.

Vit vita frá fólki, sum ikki vóru og hugdu eftir tí seinastu dystinum týsdagin, tí tey longu tá vóru blivin sjúk. Vit vita eisini at summi vóru longu illa fyri mánadagin. Tey allar flestu byrjaðu tó ikki at blíva sjúk fyrr enn mikudagin og hósdagin.

Sjúkueyðkennir eru febur, hosti, høvuðpína og nøkur spýggja eisini.

Umleið 6000 føroyingar vóru til EM-kappingina í Oslo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder