Portal.fo skrivar:
Framsókn og serliga Javnaðarflokkurin síggja út til at hava fingið mest burturúr, at Aksel V. Johannesen mikudagin útskrivaði val.
Hetta vísir spildurnýggj veljarakanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri FM1 og Portalin í gjár.
Í mun til seinasta val, sær tað framvegis ljótt út hjá Javnaðarflokkinum: Afturgongdin er omanfyri tíggju prosentstig og fýra tingfólk færri enn nú.
Men í mun til elendigu kanningina hjá løgmansflokkinum frá 3. februar, sær tað betri út hjá Akseli V. Johannesen og hansara fólki. Framgongdin seinasta mánaðin er 3,6 prosentstig og harvið eitt tingfólk. Uttan iva hevur tað styrkt støðu floksins, at útbjóðingin av Suðuroyartunnilnum kom ígjøgnum, og at flokkurin ikki bar pensjónsmálið ígjøgnum.
Framsókn hevur ikki bara steðgað bløðingini, men eisini vent gongdini. Tað eru smá tøl, men flokkurin hjá Ruth Vang nærkast nú aftur søguliga góða úrslitinum frá 2022. 6,3 prosent og tvey tingfólk heldur enn 4,2 prosent og bert eitt tingfólk, sum tað var í kanningini 3. februar. Her kann tað hugsast, at haldførisretorikkurin slær eitt sindur ígjøgnum.
![]()
Aksel V. Johannesen kann fegnast um taktiska spælið í vikuni - og tað kann Ruth Vang kanska eisini hóast alt (Mynd: Sverri Egholm)
Tjóðveldi tapir - Sambandi so at siga í stað
Av samgonguflokkunum er tað Tjóðveldi, sum sambært veljarunum nú stendur í veikari støðu. Flokkurin er farin niður á 15 prosent og bert fimm tinglimir.
Ilt er at siga, júst hví, men sannlíkt er at sundurlyndi í flokkinum spælir eitt sindur inn. Í øllum førum sær Tjóðveldi út til at hava nógv at arbeiða við í valstríðnum.
Í mun til seinastu kanning, missir Fólkaflokkurin eitt tingfólk, Sambandsflokkurin gongur eisini eitt sindur aftur í prosentstigum, meðan Miðflokkurin gongur fram. Fólkaflokkurin er á 12 tingfólki, meðan tað man vekja mest stúran í Sambandsflokkinum, at flokkurin er nærri at fara niður á seks heldur enn at fara upp á átta tingfólk.
Samanumtikið er núverandi andstøðan tó framvegis langt frammanfyri samgonguna (21-12).
Sjálvstýri kemur ikki uppum tinggátt
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald