Politikkur

Nýggjárshaldsrøðan hjá Hans Kára Hansen

Góðu Sørvingar og góðu nýggjársgestir.

2026-01-01 16:23 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tá eg bleiv spurdur um at halda nýggjársrøðuna, var tað slets ikki mín fyrsti tanki at takka ja. Tað vóru styttri enn 2 vikur til gamlárskvøld, og mær dámar altíð best at verða væl fyrireikaður. So búkurin fyltist við summarfuglum, og eg ilskaðist inná Regin fyri at hava spurt meg so tætt upp undir songartíð. Men aftaná at hava sovið uppá tað, og hugsa meg væl um. So var niðurstøðan tann, at eg allíkavæl átti at siga ja til hesa uppgávu. Tað helt eg meg skylda teimum eldsálum, ið leggja so nógva orku í, at skipa fyri tiltøkum og trivnaði í Sørvági. Er tað festivalur, barnakór, ruddingardagar, ítrottardystir, jólatiltøk umframt so mangt annað. So haldi eg tað minsta eg kann gera, er at royna at møta upp.

Sørvágur er mín heimbygd, tað hevur aldrin verði nakar ivi í tí. Her havi eg slitið allar mínar barnaskógvar. Fyrstu árini niðri í Hálvdanshúsi, síðani bygdu foreldrini hús uppi á Mosheyggi, sum tað kallaðist tá. Hóast eg sum vaksin hevði lærutíð og skúlagond í Havn, og sum maskinmeistari havi verði nokso væl runt um í heiminum, var adressan allíkavæl altíð heima í Sørvági. Tað var hon líka til Sandoyardaman kom inní lívið hjá mær. Hon vildi ikki beinanveg vestur, so vit fluttu í íbúð í Havn. Men Sørvingurin longdist aftur til Sørvágs, og eitt av mongu góðu ráðunum ið omma mína, Karin í Húsi fortaldi mær var at; Um tær elska teg, so koma tær aftaná. Hettar hevði hon heldigvís rætt í, og tað kann eg bara verða takksamur fyri í dag. Vit hava nú 3 børn, sum eisini kunna kalla seg Sørvingar, og sum vónandi saman við okkum, kunna skapa ein enn betri Sørvág fyri tey at vaksa upp í.

Tað hendur nógv í Sørvági, og fólktalið í 2025 er voksið við uml 30 fólkum. So teimum ynskja vit sjálvandi vælkomnum, og summum vælaftur komnum. Her er nógv gott at nevna í 2025, og tað eru altíð nokk av tiltøkum at fara til í Sørvági. Vit hava fingið Bonushyl, ið hevur verði væl vitjaður ið summar, Barnagarðurin Alvalon er útbygdur og tikin í nýtslu, Sjó og mentaðnar savn er bygt úti í bátahylinum, og Country festivalurin er aftur vendandi tiltak, ið er blivin til traditión hjá fleiri. Vestanstevnan var í ár hildin í Sørvági, og her kunna vit gleðast um at lív er aftur í Sørvágs Róðarfelag. Tað er ein fragd at síggja róðrarbátar venja á vánni, og at kunna fylgja við teimum á stevnunum kring landið. Somuleiðis var skipa fyri einari Trivnaðarviku í heyst, og umframt hettar so hava verði ein rúgva av dansum og konsertum. So tað er sanniliga nokk at fara til hjá okkum.

Flogvøllurin fer í næstum at útbyggja terminalin. Hettar fyri at kunna nøkta tørvin til ferðafólkatal, sum væntast at koma uppá 1 millión ferðandi. Vit merkja longu nú væl hvørt summar, at ferðafólkini í kommununi økjast. Vit síggja tey koma oman eftur høvuðsvegnum við rullikuffertum, fyri at sleppa inn í okkurt air bnb skjól. Mín vón er at Hotel Vágar verður útbygt, so at man fær lofta teimum har. Bústaðir í Sørvági eiga altíð at verða til taks hjá teimum, ið ynska at búgva her alt árið. Leigubilarrokilsi er inn í Sørvág, út til Mykinesleiðina og skjóttgangandi bátarnar, framvið skúlanum og úteftur Býggjarvegnum. Síðani niðan til Gásadals, tí at øll skulu hava eina selfie við Múlafossi. Vit eiga at ansa væl eftur at trivnaðurin hjá okkum, ikki verður yvirkoyrdur av touristum.

Tá ið vit sum Sørvingar standa her í dansistovuni hugsa aftur á 2025, ber illa til at koma uttan um at nevna missin av Jóan Jakku Guttensen. Hesin maður var við til at skapa okkum til Sørvingar, og at geva okkum okkara heilt egna vágasound. Og man ikki hettar hava spíra tónleika áhugan, hjá fleiri av teimum mongu dugnaligu fólkunum, sum vit hava her í bygdini í dag. Ein av best umtøktu konsertunum á Contry festivalinum, var júst tann ið fevndi um og kallaðist Lokalar Røddir.
Umstøðurnar hjá børnum, mentan, trúðarlív og ítrottur fáa høga raðfesting. Vit hava nógv at verða stolt av. Serliga umstøðurnar innan mentan eiga vit aftur í ár, eina tøkk til tey ið vara av Dansistovuni.

Ítrottur er eftir mínum tykki besti máti at skapa trivnað og vælverðu hjá ungum. Serliga hevur tað verði SÍ, og nú eisini 07 Vestur sum fylla nógv hjá mær.
Sørvágs Ítrottarfelag hevur lið hjá bæði monnum og kvinnum, ið kappast um at vinna bæði steypafinalur og føroya meistarskap. Tað verður gjørt eitt fantastisk ungdómsarbeiði, og fimleikarhøllin er á tremur við børnum sum venja.

Fimleikarhøllin er sum flest øllum kunnugt, alt ov lítil til tørvin sum er. Tí kunna vit serliga fegnast um, at vit í 2025 hava fingið gjørt útboð til eina nýggja Ítrottarhøll í Sørvági. So tað er sanniliga nakað at gleða seg til.

07 Vestur hevur fingið so góðar umstøður sum tilber, vit fáa rós runt um alt landið fyri vakra økið í Dungasandur er blivið til. Her skal eisini verða ein tøkk til øll ið hjálpa til, uttan frívilligt arbeiði so var eingin felagskapur. Vit mangla bara úrslitini, og tá man hugsa um at vit eru so nógv fólk í oynni, tá burdu vit klára at fingið okkurt betur úrslit.

Søren Kirkegaard verður ofta citeraður fyri at; Lívið skal skiljast aftureftur, men livast frameftir. Eg minnist væl aftur á tá vit spældu fótbólt og flogbólt. Hettar vóru gleðisár, og tað vóru fleiri, um so ikki tað var eg, men av javnaldrum sum kundu verði komnir langt innan ítrott. Og eg dugi at síggja hvat var galið tá, og man hevur varhugan av at soleiðist er tað kanska enn. Vit gleddust ikki altíð mest um úrslitini, men um at dystirnir lógu leygardag, tí tað skuldi verða fest og ball aftaná hvønn dyst. Hesin sosiali arvur og hugburður er torførur at sleppa av við. Tí er mín vón og ynski til okkara okkara yngru ættarlið; velji ítrottin og góðu felagsskapinar fram um. So kunna vit feira úrslitini aftaná, saman við tykkum.

Vit kenna øll setningin hjá Jørgen; Hevur vinnan tað gott, so hevur familjan tað gott. At vit hava sterkar fyritøkur rundanum okkum, ger at tað er arbeiði til allar hendur, so fólkatal og trivnaður veksur. Sørvágur hevur fingið eitt vinnuøkið uppi á Hálsi. Tað má sigast at hava rakt plett, her grør um gangandi fót og fyritøkur blomstra. Fiskiskapurin hevur eisini verði góður í 2025, og hettar fingu øll húskini at merkja fríggjadagin undan jólum. Vesturvarði var komin aftur av Íslands rygginum við jólapakkum. 1000 takk til manning og reiðara fyri hesa stórfingnu gávu.

Eg vil eisini nyta høvi at takka øllum sum eru møtt her í kvøld, eina serliga tøkk til nýggjársnevnd og øllum teimum sum troyttaleyst, ár eftir ár, skipa fyri at hugna um á nýggjárinum. Gera klárt og seta blikkini upp, runt um í kommununi. Tit gera nýggjárshaldið í Sørvági til nakað serstakt.

So ætlaði eg mær at enda við hesum linjunum hjá humoristiska teknarinum Storm P, sum mær dámar so væl.

Hann sigur at; Verðin er full av egoistum, fólk hugsa bara um seg sjálvan. Tað er bara eg sum hugsi um meg.

Hvat er tað so sum vit skulu leggja í hettar? Hvat er tað sum ger at vit trívast í Sørvági?

Tað er upp til okkum øll at skapa trivnað. Tað er hesar spurningarnar og tankar, eg ynski at taka við inn í 2026, og so kunnu vit royna at gera eitt sindur meira av tí.
Takk fyri tað farna, og gott nýggjár øll somul.

Hans Kári Hansen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder