Annað

Órudd og óviðkomandi lutir á kommunalum øki

Vága kommuna fer nú undir eitt átak at rudda upp í óruddi og óviðkomandi lutum á havnaløgunum og kommunalum økjum. Hetta umfatar millum annað bilvrak, ónýtilig akfør, bingjur og annað tilfar, sum stendur uttan avtalu á øki hjá kommununi, eitt nú við bátahyljarnar ella inni á Miðvágs- Sandavágs havn.

2025-07-18 13:30 Author image
-
placeholder

Sambært § 1 í umhvørvislógini og § 1, stk. 4 í náttúrufriðingarlógini er ikki loyvt at lata órudd liggja og rekast á almennum ella privatum øki. Í § 10 í lógini um burturkast verður somuleiðis ásett, at ónýtilig akfør ikki skulu latast liggja í haga, fjøru, á sjógvi ella fram við vegi.

Í § 61 í ferðslulógini verður ásett, at løgreglan kann taka burtur ella selja skrásetingarskyldug akfør, sum standa uttan nummarplátu á almennum vegi.

Tey, sum eiga ella hava ræði á nevndu lutum, verða biðin um at flyta teir burtur skjótast gjørligt.

Verður hetta ikki framt innan mánadagin 18. august, fer Vága kommuna at burturbeina tað fyri eigarans rokning.

Spurningar kunnu sendast til Vága kommunu á: [email protected] 

Vága kommuna



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder