2026-05-16 17:24
Í morgun lat Bakkastøðin upp aftur, við nýggjum eigarum og nýggjum navni.
Tað eru hjúnini Khate og Jens Erik Zachariassen sum nú eiga og reka Salo Salo shop, sum staðið nú eitur.
Salo Salo er filipinskt navn, og merkingin er at eta og hugna sær saman. Broytingin í mun til áður er fyrst og fremst longri upplatingartíðir.
Opið er frá kl. 7:00 á morgni til kl. 22:00 á kvøldið.
Seinnapartin er grillin opin, og ætlanin er framyvir eisini at hava ymiskar asiatiskar rættir. Á hillunum eru eisini fleiri forkunnugar vørur úr asiatiska køkinum.
Sørvágs kommuna ynskir Salo Salo shop blíðan býr við virkseminum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald