Ítróttur

Spennandi HM-lutakast verður í morgin

Spennandi lutakastið til HM-playoff dystirnar hjá monnum verður í morgin, leygardagin uml. kl. 13.30 í Danmark. Lutakastið verður stroymt á Home of Handball á youtube.

2026-01-30 22:22 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Talan er um úti- og heimadyst, har vinnarin yvir teir tveir dystirnar sleppur til HM-endaspælið, sum verður leikt í Týsklandi í januar 2027. 

Playoff-dystirnir verða leiktir í viku 20, hin fyri miku- ella hósdagin 13./14. mai og hin seinni leygar- ella sunnudagin 16./17. mai. 

Góða úrslitið hjá úrslitið hjá Føroyum í EM-endaspælinum, har Føroyar endaðu nr. 13, hevur tryggjað Føroyum styrkismeting í hægra bólkinum. 

Ovara styrkisbólkur:

Frakland, Slovenia, Noreg, Ungarn, Spania, Sveis, Norðurmakedonia, Niðurlond, Eysturríki og Føroyar

Niðara styrkisbólkur:

Kekkia, Italia, Bosnia hersegovin ella Kosovo, Georgia ella Ísrael, Ukraina ella Slovakia, Serbia ella Litava, Pólland ella Lettland, Turkaland ella Rumenia, Grikkaland ella Belgia, Finnland ella Montenegro

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder