2026-05-26 15:30
Hann fekk møguleikan, nú Fróði Magnussen er farin í stutt farloyvi.
Hetta er fyrstu ferð, at Fólkaflokkurin hevur tvey umboð av Skálafjørðinum á Tingi. Okkara Bill Justinussen, og nú Steffan Løkin.
Steffan er 25 ára gamal og stillaði fyrstu ferð upp til Løgtingsvalið í ár. Hann fekk 245 atkvøður, sum gav honum plássið sum 1. varafólk fyri Fólkaflokkin.
Vit ynskja Steffan góðan arbeiðshug, tað skrivar Fólkaflokkurin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald