Annað

Tekninskur feilur gjørdi at Thor fór á land

Í gjárkvøldið fór Thor á land á Tinganesi

(Mynd: Portal.fo)

(Mynd: Portal.fo)

2026-02-11 08:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Klokkan 22:41 í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um, at Thor var farið á land við Tinganes. Thor hevði lítla ferð tá ið skipið fór á land. Skiparin valdi tó at biða Pressarin um hjálp at koma av aftur. Skipið fekk ongan skaða.

Av løgreglustøðini verður upplýst, at talan var um onkran tekniskan feil á skipinum. Løgreglan ger ikki meira við málið

Í gjár var eisini eitt ferðsluóhapp í Havn. Talan var um tveir bilar, sum fóru illa. Onkur bleiv koyrdur á Landssjúkrahúsið til kanningar, og tann eini førarin er blivin skuldsettur. Hetta var í vesturbýnum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder