Annað

Trý funnu ikki heim aftur frá rekkjukoyringini

Nógv fólk og nógvir bilar vóru við í rekkjukoyringini í Vágum í nátt.

Mynd frá í nátt

Mynd frá í nátt

2025-12-24 10:35 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Klokkan 23 í gjárskvøldið byrjaði árliga rekkjukoyringin í Vágum, og løgreglan var eisini á staðnum.

Tað vóru nógv fólk í bilunum, og vóru um 160 bilar við í rekkjukoyringini í ár. Nógv fólk ballast í bilunum, tó ikki førarin. Løgreglan hevði ikki illgruna til nakran førara, sum hevði drukkið.

Trý fólk máttu ringja til løgregluna í nátt, tí tey funnu ikki heim. Løgreglan gav teimum vegleiðing hvussu tey funnu heim.

Frá klokkan 02:45 til 3:30 í nátt gjørdi løgreglan eitt málrættað átak í Kollfjarðardali. Um 150 bilar vóru steðgaðir, og øll blástu í alkometrið. Øll vóru koyrifør. Tó fingu eini 9 fólk bót frá løgregluni fyri ikki at sita í trygdarbeltið.

Sí myndir frá rekkjukoyringini her.

Rekkjukoyring var eisini í suðuroynni, men løgreglan hevur onga fráboðin fingið í tí sambandi.

Í gjár gjørdi løgreglan eisini eitt átak millum Kambsdal og Fulgafjørð. Har vóru trý tikin at koyra ov skjótt. Tvey av teimum fingu klipp og ein bót.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder