Ítróttur

U16-kvinnur: So bragdaði

.

2026-06-30 14:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

HSF

U16-kvinnur: So bragdaði!
U16-kvinnurnar spældu sín besta dyst higartil í European Open og vunnu í sonnum gysara, har Føroyar vóru aftanfyri so at siga allan dystin. Sigrið Hansdóttir skoraðu tó seinasta málið uppá brotskast til 21-20 beint fyri leiklok, eftir at Georgia var á odda 10-8 í hálvleikinum.
Føroyar byrjaðu dystin væl og sýntist spælið tryggari og meira samanhangandi í mun til dystirnar í gjár. Georgia hevði eisini dygdargóðar leikarar, har tað serliga var nr. 19 Nina Mushkudiani, sum var vanamikil og gjørdi 6 av teimum 10 málunum hjá Georgia í fyrra hálvleiki. Liðini fylgdust fyrsta korterið, men vóru okkara óhepnar við skotunum seinastu 5 minuttirnar fyri steðgin, og fór Georgia til hálvleiks við teprari 10-8 leiðslu.
Var Nina Mushkudiani ráðandi í fyrra hálvleiki, so var tað okkara Sigrið Hansdóttir, sum var stórspælandi í seinna hálvleiki. Ferð eftir ferð breyt hon ígjøgnum ella spældi hon hinar upp. Føroyar vardu nú 5-1 og órógvaði hetta eisini Georgiska spælið meira. Føroyar fingu betri og betri tak á dystinum dystinum, men var tað ikki fyrr enn Sigrið Hansdóttir setti brotskast í málið 20 sekundi fyri leiklok, at Føroyar vunnu leiðsluna aftur, 21-20, sum eisini gjørdist úrslitið av dystinum.
Føroyar møta Spania seinni í dag, kl. 19.30. Dysturin kann stroymast á ehftv.com.
Dystargongdin Føroyar – Georgia:
5 min. 2-3
10 min. 5-4
15 min. 7-8
20 min. 8-10
25 min. 11-12
30 min. 14-15
35 min. 17-18
40 min. 21-20
Málskjúttar hjá Føroyum:
Sigrið Hansdóttir 10 (3)
Fía Nolsøe 3
Andrea Heinadóttir 3
Gyða Beata Djónadóttir 2
Aibritt á Plógv Hansen 1
Hervør Hansen 1
Sunfríða Fonsdal Zachariasen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder