Vinna

Umleið 110-120 hval í Tjørnuvík

Tað gekk væl at reka grindina á Tjørnuvík.

2025-07-21 00:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Grindin,sum var funnin norður úr Mýligi tíðliga í kvøld, bleiv rikin á Tjørnuvík og hildin til har, drápið gekk væl, mett verður at 110-120 hval løgdu beinini í Tjørnuvík í kvøld.

Hvalirnir eru sleipaðir til Eiðis, har grindin verður merkt.

Enn er ikki greitt, hvussu grindin verður skift. Seðlarnir koma ikki út fyrr enn einaferð í morgin, sigur Kristjan Martin Joensen, sýslumaður.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder