Vinna

Útflutningurin av laksi minkaður útvið 300 milliónir krónur

.

2025-06-18 10:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Hagstovan skrivar:

Útflutningurin fyri apríl er nú gjørdur upp, og í talvunum niðanfyri ber til at síggja útflutningin fyri tíðarskeiðið mai 2024 til apríl 2025 samanborið við undanfarna tíðarskeiðið.

Fiskavøruútflutningurin er minkaður 714 milliónir krónur, ella 5,9 prosent. Útflutningurin av fleiri fiskasløgum gongur aftur, harundir laksur, svartkjaftur, sild og lodna, meðan útflutningurin av flestu øðrum fiskasløgum gongur fram. 

Útflutningurin av laksi er minkaður 291,7 milliónir krónur hetta tíðarskeiðið. Virðið er minkað nærum 5 prosent, meðan nøgdin er vaksin nærum 13 prosent.

Útflutningsvirðið av makreli er vaksið 615,1 millión krónur, ella 63,6 prosent. Vøksturin stavar fyri tað mesta frá príshækkingum, tí nøgdin er einans vaksin knøpp 5,6 prosent. 

Útflutningurin av fóðri, fiskamjøli og lýsi er samanlagt minkaður við 1,1 milliard krónum. 


Vøruútflutningur í virði skiftur á MCS fiskaslag

12 mánaðarskeið 2023/24 og 2024/25



mai – aprílmunur

2023-242024-25mió. kr.%





Tilsamans12.782,112.231,1-551,0-4,3
Fiskavøruútflutningur12.123,411.409,5-713,9-5,9
00900 - Laksur5.976,85.685,2-291,7-4,9
01200 - Svartkjaftur57,819,1-38,7-66,9
01300 - Toskur1.062,41.081,519,11,8
01500 - Hýsa171,9196,624,714,4
02100 - Upsi266,1319,553,420,1
03600 - Sild569,7483,6-86,0-15,1
03800 - Makrelur967,31.582,3615,163,6
04001 - Lodna81,320,0-61,4-75,4
08600 - Onnur nýtsla, ikki mannaføði384,2421,136,99,6
08601 - Fóður692,9473,1-219,8-31,7
09700 - Fiskamjøl758,3360,5-397,8-52,5
09800 - Lýsi492,66,2-486,4-98,7
Annar fiskur642,1760,8118,818,5
Ikki fiskur658,7821,6162,924,7







Vøruútflutningur í nøgd skiftur á MCS fiskaslag

12 mánaðarskeið 2023/24 og 2024/25



mai – aprílmunur

2023-242024-25tons%





Tilsamans657.817,7599.696,6-58.121,1-8,8
Fiskavøruútflutningur581.810,3515.504,5-66.305,8-11,4
00900 - Laksur82.459,693.092,010.632,412,9
01200 - Svartkjaftur18.657,56.604,6-12.053,0-64,6
01300 - Toskur20.919,517.153,6-3.765,9-18,0
01500 - Hýsa7.553,76.086,2-1.467,5-19,4
02100 - Upsi8.134,611.658,43.523,843,3
03600 - Sild70.549,042.754,0-27.795,0-39,4
03800 - Makrelur88.180,193.154,64.974,55,6
04001 - Lodna10.268,01.285,6-8.982,4-87,5
08600 - Onnur nýtsla, ikki mannaføði132.227,5155.024,022.796,517,2
08601 - Fóður43.401,131.825,5-11.575,6-26,7
09700 - Fiskamjøl58.357,128.036,1-30.321,0-52,0
09800 - Lýsi18.082,3606,0-17.476,3-96,6
Annar fiskur23.020,228.224,05.203,722,6
Ikki fiskur76.007,384.192,18.184,810,8





Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder