Vinna

ÍSF skrivar um 07Vestur

.

2024-03-04 10:14 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

07 Vestur er úrslitið av einari samanlegging millum fótbóltsfeløgini FS Vágar og SÍ, og varð, sum navnið sipar til, stovnað í 2007.
Felagið umfatar allar Vágar og hevur venjingar í bæði í Sandavági og Sørvági, har høvuðsvøllurin er á Dungasandi í Sørvági.
07 Vestur vunnu seg fyrstu ferð í bestu deildina hjá monnum í 2009, og hjá kvinnum hevði 07 Vestur lið í bestu kvinnudeildini fyri fyrstu ferð í 2021
Gongdin hjá felagnum seinastu árini hevur verið góð, og fekk felagið eisini sítt fyrsta Føroya Meistaraheitið í 2023, sum U21 menn vunnu.
Felagið hevur stóra ungdómsdeild, har stór framstig eru at síggja, og hevur felagið lið í øllum aldursbólkum, hjá bæði dreingjum og gentum, har tey eisini standa seg sera væl
Sum eitt lutfalsliga nýtt felag, hava tey vektað ungdómsarbeiðið høgt, og sett fulltíðar høvuðsungdómvenjarar fyri at kunna geva eitt so gott tilboð sum møguligt, og menna leikararnar á besta hátt.
Felagið setur dent á, at fótbóltur skal vera fyri øll, óansæð áræði, og venjingartilboðini eru tí mong, við regluligum venjingum alt árið. Sostatt er bæði møguleiki hjá teimum ið ynskja at venja nógv, og hjá teimum ið vilja spæla og hava tað stuttligt saman
Tað er áhugavert at síggja, hvussu felagið hevur ment seg, og eisini tann leiklut tey hava at menna ungdómin og ítróttin í Vágum. Tað er serliga tað góða samanhaldið og gleðin í felagsskapinum, men eisini tann stóri viljin og íðni, ið er við til at skapa tey góðu úrslitini

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder