Ítróttur

Jens R. Weihe heiðurslimur í Frælsi

Í dag varð Jens R. Weihe gjørdur til heiðurslim í Ítróttarfelagnum Frælsi. Hetta varð hátíðarhildið við eini samkomu í Gásadalsgarðinum, har nógv fólk vóru komin saman at heiðra Jens..

2026-09-06 22:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Umframt familja og limir í Frælsi, vóru eisini rennarar og umboð úr øðrum rennifeløgum kring landið við til løtuna. Fleiri tóku orðið og søgdu nøkur orð um Jens og tann týdning, hann hevur havt fyri føroyska rennarumhvørvið.

Felags fyri røðurnar var myndin av einum glaðum, blíðum og fyrikomandi rennara, sum altíð hevur eitt gott orð til onnur. Jens varð lýstur sum ein fyrimynd fyri rennarar kring landið – ein lýsing, sum vit í Frælsi kenna sera væl aftur.

Jens hevur í nógv ár verið ein trúgvur partur av føroyska rennarumhvørvinum. Áðrenn renniskógvarnir gjørdust ein so stórur partur av gerandisdegnum, var tað serliga fótbólturin, sum fylti. Hann spældi við bæði SÍ og B36, og var eisini á landsliðnum. Eisini hevur hann verið virkin innan badminton.

Jens helt fram at spæla innandura fótbólt sum tilkomin, men tá ein krossbandsskaði gjørdi enda á fótbóltinum, fekk hann boð frá kommunulæknanum um at leggja fótbóltsskógvarnar á hillina og í staðin royna seg við renning.

Tað var í 2006. Hann byrjaði spakuliga við 200 metrum, og haðani økti Jens stigvíst um teinin. Tað, sum byrjaði við 200 metrum, mentist við tíðini til fimm kilometrar og seinni nógv longri teinar.

Síðani hevur Jens runnið 16 maraton og eitt stórt tal av hálvmaratonum og øðrum kappingum. Síðstu árini hevur hann runnið umleið 3.500 kilometrar um árið.

Jens er í dag 78 ár, men ferðin er framvegis góð. So seint sum í gjár rann hann Føroya vakrasta hálvmaraton úr Gásadali til Sandavágs upp á 1:51:40. Hetta var tað seinasta av seks hálvmaratonum í Føroyum, og Jens hevur runnið tey øll í ár.

At aldurin ikki nýtist at seta mørk fyri, hvat ber til, er Jens eitt livandi dømi um. Men tað eru ikki bara kilometrarnir, úrslitini og áhaldnið, sum gera hann serligan. Tað er minst líka nógv tann gleðin og jaligi hugburðurin, sum hann hevur við sær, tá hann fer út at renna.

Við sínum áralanga virksemi, áhaldni og jaliga lyndi hevur Jens verið ein fyrimynd bæði í Frælsi og í føroyska rennarumhvørvinum sum heild.

Tí var tað eisini ein væl uppiborin heiður, tá Jens R. Weihe í dag varð gjørdur til heiðurslim í Frælsi.

Hjartaliga tillukku, Jens – og vit vóna at síggja teg á asfaltinum í nógv ár afturat.

Fræsli

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder