Vinna

Jupiter kemur inn av seinasta túrinum

Skipið er selt úr Kollafirði til Klaksvíkar

2025-05-05 20:35 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hósdagin skrivaðu Jupiter í Kollafirði og Christian í Grótinum í Klaksvík undir avtalu, har Jupiter bleiv seldur til Klaksvíkar.

Jupiter er nú á veg inn við seinastu lastini av svartkjafti, og er kvotan nú fiskað hjá skipinum.

Hildibjartur Olsen skipari sigur, at teir hava 690 tons av svartkjafti, sum verður landað í Klaksvík í morgin. Tað verður koyrt í tangabilar til Høvdavirkið í Leivík.

Fiskur.fo spurdi Jón Rasmussen, sum er ein av eigarunum aftanfyri reiðaríið í Klaksvík hvat ætlanin er við Jupiter, og her svarar reiðarin stutt og greitt, at skipið skal seljast víðari. Teir hava keypt skipið fyri at fáa fatur á kvotunum.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder