2026-09-29 07:51
Demenstoymið á Sýnini kemur at hava eina framløgu í samband við Alzheimerdagin, sum var 21. sept.
Húsorkestrið á Sýnini skipar fyri felagssanginum.
Hugnaløtan endar við, at Sangfuglarnir koma at syngja fyri okkum. Í mars í ár vitjaðu Sangfuglarnir eisini, tað var ein rørandi løta at uppliva teirra sera góða sang og tónleik.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Hetta tiltakið er komið í lag, við at demenstoymið setti seg í samband við Pensjónistafelagið, sum eisini er Eldraráð í Vágum, um at varpa ljós á Alzheimerdagin. Hetta hildu vit vera eitt gott hugskot, sum vit skipa fyri í felag.
Heilsan Eldraráðið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald