2026-11-15 20:40
Tað var Suðuroyar Talvfelag, sum hýsti árligu FM-kappingini í snar- og kviktalvi hetta vikuskiftið. Telvað var í Salti á Drelnesi.
Har eru góðar umstøður at telva. Unga talvfelagið í Suðuroy skipaði í vár fyri árligu steypakappingini fyri feløg, og hevur mannað seg við tveimum liðum í landskappingini í vetur.
Luttøkan í ár var heilt hampulig, fleiri telvarar norðnfjørðs vóru farnir til Suðuroyar at telva hetta vikuskiftið.
Kvikkappingin var í gjár og snarkappingin í dag. Í kvikkappingini eru tíggju minuttir í part til talvið umframt fimm sekund fyri hvønn leikin. Níggj umfør eru. Í snartelvingini hevur hvør telvari tríggjar minuttir í part og tvey sekund fyri hvønn leikin. Ellivu umfør eru í snarkappingini.
25 telvarar kappaðust í kvikkappingini í gjár, og í snarkappingini í dag vóru 22 telvarar í alt.
Høgni Egilstoft Nielsen var ósigraður í kvikkappingini í gjár. Hann fekk átta stig av níggju møguligum. Hann vann sjey og telvaði tvey remis. Ímóti Rógva Egilstoft og Elias Petersen endaði tað javnt.
Teir fremstu seks teljast allir millum okkara topptelvarar, men fýra teir næstu, ið endaðu í røðini frá nummar sjey til tíggju, eru allir blaðungir dreingir úr Havnar Telvingarfelag, sum taka seg fram í stórum.
FM-kvik 2026
1. Høgni Egilstoft Nielsen (ST) 8 stig
2. Luitjen Akselsson Apol (HT) 7½
3. Rógvi Egilstoft (ST) 7½
4. Elias Petersen (HT) 6
5. Petur G. Magnussen (HT) 6
6. Jón í Horni Nielsen (ST) 5
7. Dávid Lützen (HT) 5
8. Baldur B. Jørgensen (HT) 5
9. Georg Otthamar Olsen (HT)
10. Noel Berglind (HT) 5
25 telvarar í alt
Til snarkappingina í dag vóru tveir av bestu telvarunum hjá felagnum í Suðuroy við. Og serliga annar av teimum, Carl Eli Samuelsen, ið annars ikki hevur fingið nakra flúgvandi byrjan í landskappingini, gjørdi bart í snarkappingini og vísti, at enn eru knotur. Carl Eli trokaði seg heilt fram í oddan, og var tann, ið gav Høgna tann skarpasta gangin.
Høgni var ikki so sannførandi í dag sum í gjár, men hann vann kortini aftur. Í dag tapti hann tvær ferðir, fyrst fyri Eliasi Petersen og síðani fyri Carl Eli Samuelsen, men tá saman um kom, var hann eitt hálvt stig fremstur.
Luitjen Akselsson Apol, sum var nummar tvey í kvikkappingini, var ikki líka hvassur í snartelvingini í dag, og gjørdi seg ikki galdandi í toppstríðnum.
Tveir av teimum ungu í Havnar Telvingarfelag, Djóni Jakobsen og Sámal Isfelt Nesá, stóðu seg væl og togaðu seg fram millum tíggju teir bestu í kappingini.
Men 29 ára gamli Høgni Egilst Nielsen kom, sá og sigraði. Hann vinnur alt. Hann var bestur í grand prix røðini farna vetur, og er aftur á odda nú. Hann hevur vunnið FM í standardtelving seinastu tvey árini, og nú er hann føroyameistari í bæði kviktalvi og snartalvi.
Í fjør vann Helgi Dam Ziska FM-kappingina í kvik- og snartalvi, men hann var ikki við í ár.
FM-snar 2026
1. Høgni Egilstoft Nielsen (ST) 9 stig
2. Carl Eli N. Samuelsen (Suð T) 8½
3. Rógvi Egilstoft (ST) 8
4. Petur G. Magnussen (HT) 7½
5. Elias Petersen (HT) 6½
6. Luitjen Akselsson Apol (HT) 6½
7. Eyðun Nolsøe (Suð T) 6½
8. Djóni Jakobsen (HT) 6
9. Sámal Isfelt Nesá (HT) 6
10 Margar Berg (HT) 6
22 telvarar í alt.
FM í skúlatalvi
Árligu FM-kappingarnar í skúlatalvi verða í vikuni, sum nú kemur. Telvað verður á fyrsta sinni í Stórhøllini við Tjarnir týsdagin, mikudagin og hósdagin.
Í mun til undanfarin ár vera ongar økisbýttar undankappingar. Ístaðin verða FM-vinnararnir funnir á degnum.
Aldursbólkarnir eru tillagaðar nakað frá seinast, soleiðis at 3.-4. flokkur kappast fyri seg, 5.-6. flokkur fyri seg og 7.-9. flokkur fyri seg.
Skráin er sostatt:
- 17. november við Tjarnir: allir 3.-4. flokkar
- 18. november við Tjarnir: allir 5.-6. flokkar
- 19. november við Tjarnir: allir 7.-9. flokkar
Kappingarnar byrja kl. 9.30 og eru væntandi lidnar kl. 12.30.
Sum nakað nýtt verða heiðursmerki latin fremsta gentuliðnum og fremsta blandaða liðnum í hvørjari kapping.
Hvør skúli kann melda upp til átta lið til hvørja kapping. Seks næmingar manna hvørt liðið hvørt umfar. Hvørt lið kann hava upp til tveir útskiftarar
- Fremstu trý liðini í hvørjari kapping fáa heiðursmerki, og vinnaraliðið fær steyp. Harumframt fáa fremsta gentuliðið og fremsta blandaða liðið í hvørjari kapping heiðursmerki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald