Ítróttur

Fleyr vann sannførandi á Ternuni, tó at fyrsta sett var javnt

Hotel Djurhuus-deildin: Ternan – Fleyr 0-3 (25-27, 14-25, 8-25).

2026-11-14 23:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tá samanum kom, vann oddaliðið úr Havn tryggan sigur á Ternuni, sum tó hevði settbólt í fyrsta setti og eisini megnaði at bíta frá sær fyrra helmingin av øðrum setti.
Á Toftum iðra tær í Ternuni seg um, at tær ikki vunnu fyrsta settið, eftir at hava verið frammanfyri 19-14, og eisini hava havt settbólt við støðuna 25-24. Fleyr, sum eisini sjálvt hevði havt settbólt beint áðrenn við støðuna 24-23, yvirlivdi tó settbóltin hjá Ternuni og vann eisini næstu tveir bóltarnar og settið 27-25.

Í øðrum setti fylgdi Ternan við til 8-9, men so fór at dragna millum liðini, og Fleyr vann lættliga 25-14.

Tað var ikki minni lætt hjá Fleyr í triðja setti, og skjót var Fleyr frammanfyri 7-2 og 12-4. Ternuni eydnaðist tá at vinna eitt stig, men síðan vann Fleyr 10 á rað og legði seg á odda 22-5, áðrenn settið varð vunnið 25-8.

Støðan í Hotel Djurhuus-deildini:
Nr.
Lið
Dystir
Settmunur
Stig
1
Fleyr
3
9
9
2
KÍF
2
2
4
3
Ternan
4
-4
4
4
Mjølnir
2
0
3
5
Dráttur
1
-1
1
6
SÍ
2
-6
0
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder