Vinna

Jupiter skal landa til Pelagos

Fyrsti túrur hjá Jupiter síðani í mai 2025

2026-01-25 16:35 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í mai í fjør bleiv Jupiter keypur til Klaksvíkar, og var tá ætlanin at skipið skuldi seljast víðari. Reiðaríi sum eigur Christian í Grótinum og Norðborg skuldi hava kvoturnar hjá Jupiter.

Skipið er ikki selt enn, og nú hevur Jupiter verið á einum sildatúri í Norskum sjógvi. Jupiter hevur henda túrin fiskað 1720 tons av sild, sum Pelagos hevur keypt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder