Ítróttur

Kevin, Zoran og Predrag givnir í 07 Vestur

07 Vestur arbeiðir saman við nýggja høvuðsvenjarinum, Micheal Schønberg, við at fáa styrk á fleiri plássum.

2022-01-19 10:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 07 Vestur kunngjørdi í síðstu viku, at felagið hevði sett Michael Schønbjerg, sum nýggjan høvuðsvenjara í felaginum.

Nú verður arbeitt uppá, at fáa styrkt á fleiri plássum, tað skrivar heimasíðan hjá felagnum.

Nakrir av útlendsku leikarunum eru farnir úr felagnum, Zoran Vujovic og Predrag Jeremic, sum eru leysgivnir eftir at sáttmálarnir gingu út, og so Kevin Jablinski, sum, eins og undanfarni venjarin, er farin til Østersunds FK í Svøríki. 

 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder