Ítróttur

KÍ hevði 5,4 milliónir í halli

Aðalfundurin hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag var hildin á loftinum í KÍ høllini 31. januar.

2022-02-01 12:56 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Á fundinum varð roknskapurin 2021 lagdur fram fyri limum felagsins, og varð hann góðkendur. Seinastu nógvu árini hevur roknskapurin hjá KÍ víst stór yvirskot, men so var ikki í 2021, ið vísir eitt hall upp á 5,4 mió krónur.

Orsøkirnar eru ymiskar, men tað er serliga korona, skipan av akademinum og at besta mansliðið ikki megnaði at vinna sær víðari luttøku í Conference League seinasta summar.

Hinvegin vunnu bæði Betri menn og kvinnur FM, og tað merkir, at tey skulu spæla í Champions League í summar. Hendan luttøka útvegar felagnum inntøkur, ið hava við sær, at hall ikki verður í roknskapinum komandi ár.

Nevndin heldur fram og sær soleiðis út.

  • Tummas Lervig, Formaður
  • Rúni Heinesen, Næstformaður
  • Hilmar Danielsen, Kassameistari
  • Rói Clementsen, Samskifti
  • Kaj Dam, Betri Menn
  • Jákup Eydnugarð, Sponsorar
  • Eyðstein Poulsen, Akademi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder