Ítróttur

KÍ og NSÍ byrja kvinnufótbóltin

Leygardagin klokkan 17 verður kappingin hjá kvinnunum sparkað í gongd við stórsteypadystinum millum tey bæði bestu í fjør, KÍ og NSÍ, og tað er Epilepsifelagið, ið fær ágóðan hesaferð.

Ársins stórsteypadystur hjá kvinnum verður leygardagin klokkan 17 á Tórsvølli millum føroyameistararnar úr KÍ og steypavinnararnar úr NSÍMynd: Sverri Egholm

Ársins stórsteypadystur hjá kvinnum verður leygardagin klokkan 17 á Tórsvølli millum føroyameistararnar úr KÍ og steypavinnararnar úr NSÍMynd: Sverri Egholm

2022-03-09 10:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Kappingarárið í fjør var tað KÍ, sum endaði ovast í landskappingini, har næstfremsta liðið, NSÍ, endaði við at vinna steypafinaluna. Tí eru tað hesi bæði, sum í ár møtast í stórsteypadystinum hjá kvinnum, ið samstundis er ein endurtøka av sama dysti í fjør.


KÍ-kvinnurnar hava einastandandi hagtøl at vísa á millum ár og dag, og úr rúgvuni kann nevnast, at føroyameistaraheitið í fjør var teirra nummar 21. Hinvegin er NSÍ spildurnýtt sum topplið í føroyskum kvinnufótbólti, har satsað hevur verið tey seinnu árini við steypasigrinum í fjør sum higartil størsta hæddarpunkti.


Nú verða tað so hesi bæði liðini, ið spæla um stórsteypið leygardagin klokkan 17 á Tórsvølli, og er hetta sum vanligt ein dystur, Fótbóltssamband Føroya og Lions Club í Føroyum skipa fyri í felag.


Ágóðin til Epilepsifelagið

Eins og gjørt hevur verið seinnu árini, verður ágóðin frá stórsteypadystunum í hondbólti og fótbólti taldur saman, so øll upphæddin frá teimum tilsamans fýra dystunum kemur ein og sama góða endamáli til góðar


Hesaferð er tað Epilepsifelag Føroya, ið fær ágóðan frá hondbóltsdystunum, sum vóru spældir í september í fjør, og so nú fótbóltsdystunum, ið verða spældir ávikavist í februar og mars. Tað er nakað, forkvinnan í Epilepsifelagnum, Randfríð Sørensen, áður hevur fegnast um:


– Hetta kemur sum vera man sera væl fyri hjá okkum, tí vit eru eitt felag uttan stórvegis inntøkur. Vit liva av okkara limagjaldi og eini lítlari pulju frá MEGD, so at onkur hugsar um okkum upp á henda mátan, eru vit sera takksom fyri, hevur hon sagt.


Ikki er óvanligt, at fólk lata ein “stóran seðil”, tá ið tey koma at hyggja at stórsteypadystunum, men eisini ber til at stuðla góða endamálinum við eini upphædd á kontonummar 9181-424.916.1 í Betri Banka.


Stórsteypadystir, kvinnur:

2019: EB/Streymur/Skála-HB 1-7

2020: eingin dystur vegna koronu

2021: KÍ-NSÍ 4-1




Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder