2025-01-13 07:30  
 
 Felags fyri øll settini var, at nógv av stigunum komu í stimum upp á fimm til sjey stig á rað, og ofta vóru greiðar leiðslur eisini tveittar fyri borð.  
  
Í fyrsta setti var heimaliðið leingi á odda, tó at KÍF eitt skifti var á odda 12-10, men við seks stigum upp í slag fór Mjølnir framum 16-12 eftir góðar servur frá Nicolu Toftegaard. Men so átti KÍF aftur tørn og fór við seks stigum á rað framum aftur 20-17 og síðan upp á 22-18. Mjølnir kom tó aftur í góðan stima og fór við fimm bóltum á rað framum 23-22 eftir góðar servur frá Ásu Frederiksberg og fekk settbólt við 24-23. Hann varð tó ikki gagnnýttur, og so vann KÍF í staðin tríggjar bóltar á rað - tveir við góðum blokki - og settið 26-24.
  
Gestirnir úr Kollafirði tóktust hava fullkomið tamarhald á øðrum setti, tá teir løgdu seg á odda 6-1 og 12-4, men greiða leiðslan svann tó skjótt, og Mjølnir javnaði til 15-15. Stutta løtu var KÍF aftur á odda, men við seks stigum í einum háli fór Mjølnir frá 17-19 upp á 23-19 og vann settið 25-22 eftir dundursmassj frá Nicolu Toftegaard.

Triðja settið var leingi sum eitt kopi av tí undanfarna, har KÍF aftur legði seg á odda 12-4, men sum aftur læt góðu støðuna gleppa sær av hondum, tí brádliga hevði Mjølnir javnað til 19-19. Hesa ferð var gleðin hjá Mjølni tó stokkut, tí við fimm stigum á rað endurvann KÍF greiðu leiðsluna og vann settið 25-21 við tí triðja av teimum fimm settbóltunum, tá Elsa Samuelsen sló í blokkin og út. 
Líknandi gongd var í fjórða setti, men hesa ferð var tað Mjølnir sum legði seg á odda 7-1, áðrenn KÍF javnaði til 11-11. Eftir 18-18 fór Mjølnir framum 20-18, men KÍF svaraði aftur og fór framum 22-20. Mjølnir javnaði so aftur til 24-24, men tað rakk ikki, tí KÍF vann tveir teir næstu bóltarnar og settið 26-24 – fyrst við smassji frá Elsu Samuelsen og síðani dystarbólitin við blokki frá Sesiliu Johnsdóttir Prior. 
Við teimum trimum stigunum fer KÍF framvið Mjølni á stigatalvuni upp á triðjaplássið, fimm stig eftir Fleyr á øðrumplássi, sum eisini hevur spælt ein dyst færri. Longu næsta sunnudag møtast KÍF og Mjølnir aftur; hesa ferð í Kollafirði. 
Støðan í Hotel Djurhuus-deildini: 
Nr.   | Lið  | Dystir  | Settmunur  | Stig  | 
1  | SÍ  | 9  | 21  | 25  | 
2  | Fleyr  | 9  | 9  | 19  | 
3  | KÍF  | 10  | -3  | 14  | 
4  | Mjølnir  | 10  | 0  | 13  | 
5  | TB  | 9  | -1  | 13  | 
6  | Dráttur  | 9  | -26  | 0  | 
 
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald