Politikkur

Kjakfundur um náttúru, umhvørvi og orkuskifti

Hvussu skal føroyska orkuskipanin síggja út í framtíðini, og hvønn leiklut skulu náttúra og umhvørvi hava í teimum stóru avgerðunum, sum verða tiknar komandi árini?

2026-03-14 08:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder


Tann spurningin setir Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag (FNU) á dagsskránna, tá felagið skipar fyri almennum kjakfundi í Perluni í Havn í dag 14. mars kl. 15.

Fundurin byrjar við tveimum framløgum um føroyska orkuskiftið. Súsanna Berg frá Vinnuhúsinum fer at leggja fram sjónarmiðið hjá vinnuni um forðingar í orkuskiftinum, meðan Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, leggur fram sjónarmiðið hjá SEV um føroysku orkuskipanina.

Eftir framløgurnar verður kjak millum valevni úr politisku flokkunum um, hvussu orkuskipanin skal skipast framyvir, og hvussu náttúru- og umhvørvisatlit skulu viga í politisku raðfestingunum. Hesi luttaka: 
A: Fróði Magnussen
B: Helgi Abrahamsen
C: Kristianna Winther Poulsen
E: Magnus Gaard
F: Gunnvá Winther
H: Anna Margretha Otthamar

Orðstýrari á fundinum verður Óluva Zachariassen.
Skrá
15.00: FNU bjóðar vælkomin
15.05: Súsanna Berg, Vinnuhúsið
15.20:  Hákun Djurhuus, SEV
15.35:  Kjak millum valevni úr politisku flokkunum
16.45:  Fundurin endar
Eftir fundin hevur FNU aðalfund. Øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka. 
Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder