Vinna

Klokkarin í Notre Dame í Norðurlandahúsinum

Atgongumerkini verða sett til sølu fríggjamorgunin kl 07.00.

2026-04-30 10:38 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Klokkarin í Notre Dame í Norðurlandahúsinum

Í september verður Disney-sangleikurin Klokkarin í Notre Dame at síggja í serstakari føroyskari útgávu, og nú ber til at ogna sær atgongumerki á nlh.fo.

Søgan

Leikurin fylgir tí burturkrógvaða, einsamalla og kryplaða klokkaranum í Notre Dame, tá ið hann - hjartagóður men bláoygdur - fyrstu ferð hættar sær útum kirkjugáttina. Har møtir hann sigoynaragentuni Esmeraldu og verður drigin á eina spennandi og vandamikla ferð. Eina ferð, sum broytir alt. 

Fimm leikarar, øll úrmælingar, bera alla sýningina, spæla allar leiklutir, syngja kór og manna orkestrið. 

Pallurin

Fyri at hetta skal bera til, eru pallur og ljóðføri tvinnað saman - flygil, kontrabass, paukur, tvørfloyta, gittara, marimba, pumpu-orgul og nógv onnur ljóðføri ímynda Notre Dame kirkjuna, gleðishús, gøtur í París anno 1482 og mangt annað. Sámal Blak, ið ger pallar á heimskendu sjónleika- og operapallum kring heimin, sniðgevur pall og búnar.

Sjónleikarfelagið

Sjónleikarfelagið handan verkætlanina er Fjøltáttaða Dramaverkstovan, sum Aksel Remmel, Bergur Fonsdal og Borgfríð Fonsdal stovnaðu í 2025 og nú reka. Kreativitetur og góðska eru í hásæti hjá sjónleikafelagnum, sum vil geva føroyingum upplivingar, sum tey aldrin hava sæð fyrr. Fyri at gera hugskotini til veruleika, hava tey fingið Jákup Veyhe sum leikstjóra til hesa uppsetingina. 

Leikritið og tónleikurin

Leikritið er bygt á kenda Disney filmin frá 1996, sum byggir á skaldsøguna hjá franska rithøvundinum Victor Hugo frá 1831. Alan Menken hevur skrivað vakra og eyðkenda tónleikin (sama skald sum tónsetti “Aladdin”, “Beauty and the Beast” og “The Little Mermaid”).

Leikin og allar sangirnir hevur Birgit Remmel umsett til høvið.

Kom í Norðurlandahúsið í september til eina rørandi søgu um kærleika, dirvi og menniskjaligt virði við framúr tónleiki og kendum sangum, so sum “Hellfire”, “God Help the Outcasts” og “Out There”.

Framførslan er hóskandi fyri øll-, úr 7 árum og eldri.

Leikarar: 

Aksel Remmel (Phoebus, smærri leiklutir, kór, klaver, fagott, gittara, pumpu-urgu og marimba)

Ári Berghamar Danielsen (Clopin, smærri leiklutir, kór, paukur, marimba, klokkuspæl, vibrafon, klaver og ymiskt slagverk)

Bergur Fonsdal (Frollo, smærri leiklutir, kór, kontrabass, klaver, gittara, pumpu-urgu og paukur)

Borgfríð Fonsdal (Quasimodo, smærri leiklutir, kór, klaver, gittara, vibrafon og ymiskt slagverk)

Maria á Lakjuni (Esmeralda, smærri leiklutir, kór, tvørfloytu, klaver, kontrabass, vibrafon)


Leikstjóri: Jákup Veyhe

Pall og búna sniðgeving: Sámal Blak


Ljóssniðgeving: Súni Joensen


Ljóðsniðgeving: Baldur Kampmann


Búnar: Anna Kristin Bæk


Umseting: Birgit Remmel


Kórleiðari: Cinthia González Parada


Koreografi: Jakub Peśek 


Plakat: Pep Herrera



Disney-sangleikur settur upp av Fjøltáttaðu Dramaverkstovuni

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder