í gjár 1. mars varð skipað fyri heiðurstiltaki fyri Knút Olsen Úti á Gjógv í Sandavági.
Við hesum ynskti man at vísa takksemi fyri tað stóra og drúgva íkast, Knút Olsen hevur givið føroyskum mentanarlívi. Knút, sum er ættaður úr Sandavági, hevur í áratíggju havt ein týðandi leiklut í føroyskum tónleiki. Løg hansara eru vorðin partur av okkara felags mentanararvi og verða sungin í mongum ymiskum høpum – í skúla, kirkju og felagstiltøkum.
Umframt sítt tónleikaliga virki hevur Knút eisini latið eitt týðandi bókmentaligt íkast við týðingum av altjóða klassikarum, sum hava styrkt føroyskt mál og gjørt týdningarmiklar søgur atkomuligar á føroyskum. Gjøgnum alt sítt virki hevur hann víst dygd og ábyrgd – og verið við til at skapa varandi virðir í føroyskum mentanarlívi.
Tiltakið byrjaði klokkan 15.00, tá Tórður Mikkelsen, sum vertur byrjaði løtuna. Bjarni Prior, borgarstjóri bjóðar vælkomin og Sigfríður Olsen segði nøkur orð um bróðurin Knút, Leif Hansen segði nøkur orð um Knút sum tónaskald.
Á skrá vóru eisini fleiri tónleika innsløg, millum annað klaverframførsla við Mattiasi Kapnas. Vágakórið og Jensina Olsen sang, dagurin endaði við felagssangi saman við Spælimonnunum á Sýnini.
Í steðginum var kaffi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald