Ítróttur

Kunning í sambandi við søluna í morgin

Í MORGIN, MIKUDAGIN 21. MAI KL. 10.00, KOMA FØROYSKU EM-ATGONGUMERKINI TIL SØLU

2025-05-20 21:20 Author image
HSF
placeholder

Ætlar tú til Oslo í januar 2026 at síggja Føroyar í EM-endaspælinum fyri menn, og vilt tú tryggja tær sess saman við føroyingunum í Unity Arena?
Mikudagin, 21. mai, kl. 10.00, koma pakka-atgongumerkini tillutaði HSF til sølu. Í fyrstu atløgu er bert møguligt at keypa pakka-atgongumerki. Hetta merkir atgongd til allar dystirnar í bólkinum hjá Føroyum. Verða øll pakka-atgongumerkini ikki seld, koma dagsatgongumerki til sølu seinni.
Dystirnir í bólkinum liggja soleiðis, talan er um lokala norska tíð:
Fríggjadagin 16. januar: Kl. 18.00 Slovenia – Montenegro og kl. 20.30 Føroyar – Sveis
Sunnudagin 18. januar: Kl. 18.00 Montenegro – Føroyar og kl. 20.30 Sveis – Slovenia
Týsdagin 20. januar: KL. 18.000 Slovenia – Føroyar og Kl. 20.30 Montenegro – Sveis
Mikudagin, 21. mai, kl. 10.00, verður leinkja løgd út á heimasíðuna og facebook hjá Hondbóltssambandinum saman við einari kotu. Við at trýsta á leinkjuna og hareftir tøppa kotuna, fæst atgongd til setrini, sum eru løgd av til føroysku áskoðararnar. Til ber í mesta lagi at keypa 10 atgongumerki á gangin. Børn til og við 3 ár nýtast ikki atgongumerki um tey sita hjá einum vaksnum. Fólk í rullistóli kunnu keypa atgongumerki her, fylgjari er íroknaður.
Føroyar hava, í fyrstu atløgu, fingið tillutaði sløk 4.800 atgongumerki. Talan er um øll atgongumerkini í hesum bólkum (sí mynd niðanfyri). A blátt, B blátt, B vínreytt, 100, 103, 104, 105, 106, 107, 200, 203, 204, 205, 206 og 207. Eru ávís setur í hesum bólkum ikki tøk, tá tit klikkja á, er tað tí at tey er bíløgd av føroyskum ferðaskrivstovunum, tillutaði stuðlum hjá HSF ella seld. Um hini londini í bólkinum ikki selja øll síni atgongumerki, verða hesi tøk almenninginum tann 16. september. Verða onnur setur tøk (rættindahavarar, sponsorar o.o) verða hesi tøk 15. oktober.
Sølan av flogferðaseðlum hjá Atlantic Airways tur/retur til Oslo byrjar eisini mikudagin 21. mai, hendan kl. 10.00.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder