Mentan

Kunningarkvøld á Miðnámi í Vestmanna

Hóskvøldið 23. februar kl. 20.00 skipar Miðnám í Vestmanna fyri kunningarkvøldi á skúlanum.

2023-02-21 07:22 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tiltakið er eitt høvi hjá ungum og foreldrum ella avvarðandi at koma á skúlan og fáa kunning um útbúgvingarnar, sum Miðnám í Vestmanna hevur at bjóða.

Á skránni er kunning um tilfeingisbreytina og um aliútbúgvingina, og um skúlalívið á Miðnám í Vestmanna sum heild. Rundvísing er eisini á skránni fyri tey, sum ikki hava verið á skúlanum áður. Høvi verður eisini at fáa eitt prát við lestrarvegleiðarar og verandi næmingar.

At krýdda kvøldið verður eingin minni enn RSP, sum vit kenna best frá sanginum ”Send mær meira pengar, mamma”.

Magnus Gaard, rektari, gleðir seg til kvøldið og vónar, at nógv hava hug at koma á gátt. Kvøldið er ætlað øllum, sum vilja vita meira um skúlan, og ikki bert umhugsa at taka eina av útbúgvingunum, sum Miðnám í Vestmanna bjóðar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder