Annað

Kunningarskriv frá átaksráðnum

Myndugleikarnir við økisábyrgd vóru í gjár samlaðir í átaksráðnum, har støðan í samfelagnum ísv. verkfallið varð umrødd.

2024-05-17 20:47 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Átaksráðið er eitt samskipandi forum tvørtur um myndugleikaøkir, og sum vísir til Kreppuráðið fyri Føroyar.

Fastir limir í átaksráðnum eru Arbeiðs- og Brunaeftirlitið, Vørn/MRCC, Politiið, Arktisk Kommando, Umhvørvisstovan, Kommunufelagið/kommunala tilbúgvingin og Heilsustýrið. Onnur innboðin umboð í forum’inum í gjár vóru Landsdjóralæknin og Landsapotekarin.

Endamálið við fundinum var, at øll økir hava eina felags fatan av støðuni í samfelagnum, og samstundis vísa á, hvørjar avbjóðingar økini síggja í mun til verkfallið í dag, og um verkfallið fer at vara í longri tíð.

Átaksráðið fylgir støðuni áhaldandi og traðkar saman aftur í komandi viku, ella fyrr, um tørvur er tí.

Átaksráðið tekur ikki støðu til sjónarmiðini í verandi sáttmálatrætu ella til tiltøk, sum verða sett í verk, men bert støðu til, hvørt myndugleikaøkini samskipað kunnu halda týdningarmikla virkisførinum í samfelagnum í gongd, t.d. við atliti til veitingartrygd til økir av stórum samfelagsligum týdningi.

Niðurstøðan hjá økisábyrgdarmyndugleikunum í Átaksráðnum er, at samfelagskritiskar funktiónir ikki eru ávirkaðar ella í vanda fyri at støðga upp í nærmastu framtíð.

Átaksráðið heitir á allar partar í ósemjuni um at fara hóvliga fram. Somuleiðis heitir ráðið á alt Føroya fólk, um at hava eitt so vanligt livi- og keypimynstur, sum til ber, havandi núverandi støðu í huga.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder