Mentan

Kunningartiltak á Kambsdali

Tiltakið er eitt høvi hjá komandi næmingum og foreldrum ella avvarðandi at koma inn á skúlan at kunna seg nærri um teir spurningar, sum kunnu stinga seg upp, tá næmingar skulu velja m.a. breyt og vallærugreinir.

2023-02-14 15:16 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Á skránni er framløga um skúlalívið á Miðnámi á Kambsdali, um útbúgvingarnar og ymsar valmøguleikar. Og høvi verður at hyggja seg um á skúlanum. Lestrarvegleiðararnir eins og umboð fyri lærugreinir eru tøk til persónliga vegleiðing, og skúlin bjóðar ein kaffimunn við onkrum góðum.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

G.G! Kunning um serbreyt skúlans verður eitt sindur seinni, og tað tiltakið verður lýst á heimasíðu skúlans (www.kambsdalur.fo) og í øðrum miðlum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder