Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, vitjaði í gjár heimsins størstu fiskvinnumessu Seafood Expo Global, sum hevur verið í Barcelona dagarnar 21. - 23. apríl. Á fiskivinnumessuni hittast fólk úr øllum liðum av fiski- og alivinnuni, - framleiðarar, útflytarar, veitarar av útgerð og vitan, flutningsfeløg og keyparar úr øllum heiminum.
Landsstýrismaðurin vitjaði føroyska landabásin, har føroyskar fyritøkur, sum selja fisk, halda til. Harumframt vitjaði landsstýrismaðurin aðrar føroyskar fyritøkur, sum halda til uttan fyri føroyska landabásin, talan er um flutningsfyritøkur og veitarar av útgerð og vitan til fiski- og alivinnuna.
Vinnuhúsið, sum samskipar føroyska landabásin, greiddi frá um føroysku luttøkuna og fylgdi landsstýrismanninum runt. Greitt varð frá, at áhugin at sýna fram á messuni er alsamt vaksandi, og at eisini legst til við vinnum, sum eru veitarar til fiskivinnuna.
sigur landsstýrismaðurin, sum eisini fegnast um høvið at hitta umboð fyri vinnuna og frætta, hvat rørir seg.
Sí fleiri myndir við at trýsta á myndina ovast í skrivinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald