
Meginfelag Útróðrarmanna er felag fyri útróðrarbátar í bólki 4 og bólki 5.
Í Vága Útróðrarfelag eru einir 40-50 limir.
“Tað hevur stóran týdning at seta tíð og orku av fyri at hoyra, hvat rørir seg í vinnuni. Tú hittir fólk og hoyrir ymiskar áskoðanir um viðurskifti, sum fylla í vinnuni. Og tað er eitt gott og neyðugt íkast, tá vit gera almennar fyriskipanir í vinnuni”, sigur landsstýrismaðurin.
Undir vitjanini greiddu feløgini frá sínum virksemi og løgdu fram sínar áskoðanir um fiskidagar, friðingar og aðrar almennar skipanir, ið eru fyri útróðurin.
Landsstýrismaðurin takkaði feløgunum fyri áhugaverdar spurningar og prát. Hann segði, at áskoðanirnar hjá útróðrarfeløgunum verða tiknar við, tá mál, sum hava týdning fyri útróðurin, verða viðgjørd.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald