
Poul Hansen samtakið hevur gjørt av at gera ymiskar bygnaðarbroytingar og hevur stovnað eitt nýtt holdingfelag, Poul Hansen Holding, við verandi partaeigara, ið síðan fer at eiga tvey ymisk partafeløg.
Annað verður P/F Poul Hansen, ið fer at reka Poul Hansen heilsølu, Gastro, Krás og annað handilsvirksemi, meðan hitt verður P/F Bryggjubakki, ið fer at fáast við íløgur, fastognir, dótturfeløg og annað virksemi.
Høgni Hansen verður arbeiðandi nevndarformaður fyri P/F Poul Hansen og P/F Bryggjubakki. Bjarne P. Bak, Rodmundur Nielsen og Bára Hansen verða nevndarlimir í báðum feløgunum.
Bára Hansen verður síðani stjóri fyri P/F Bryggjubakki, meðan Tony Rasmussen verður stjóri fyri P/F Poul Hansen.
Poul Hansen stovnaði fyritøkuna í 1927, og hevur hon sostatt skjótt 100 ára á baki. Fyritøkan hevur øll árini verið ein familjufyritøka, og verður tað nú fjórða ættarliðið, sum tekur við róðri saman við Tony Rasmussen
Bára Hansen og Tony Rasmussen hava bæði starvast i fyritøkuni tey seinastu nógvu árini og hevur Tony síðstu árini verið søluleiðari fyri Gastro.
Virksemið hjá Poul Hansen hevur fevnt breitt í næstan eina øld, og virkar fyritøkan enn innanfyri fleiri ymisk vinnuøki og vinnuáhugamál. Bygnaðarbroytingarnar er tí framdar fyri at einfalda bygnaðin og fyri at framtíðartryggja fyritøkuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald