Mentan

Listaframsýning við Jacob Fuglø

Í døgunum 1. – 20. februar verður framsýning í Ribarhús í Fuglafirði við listamanninum Jacob Fuglø, Hvalvík.

2023-01-30 22:44 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Jacob hevur havt fleiri framsýningar í Julianehåb (Qaqortoq) í Grønlandi. Tann fyrsta var í 1968, og síðani tá hevur hann havt fleiri framsýningar bæði í Danmark og Føroyum.

Á framsýningini eru 25 málningar bæði náttúru og abstrakt motivir.

Framsýningin hongur uppi til 20.februar.  Ribarhús er opið mánadag til fríggjadag kl.15.00 til 17.30, og leygardagar millum kl.11.00 og 14.00

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder