2025-09-30 08:16

Beint áðrenn klokkan 8 í gjáramorgunin fekk løgreglan eina fráboðan um, at eitt innbrot hevði verið á einum forsamlingshúsið í Havn. Einki var stjolið. Fyrr um náttina var eitt innbrot í Sirkus, har pengar vóru tiknar. Vakmyndatól var á staðnum, og løgreglan handtók ein ungan mann seinni á degnum. Hann viðgekk bæði innbrotini.
Tvey innbrot vóru eisini í Vágum. Á einari matstovu vóru pengar tiknir úr kassanum. Løgreglan hevur einki spor at ganga eftir, tí starvsfólkini høvdu gingið runt har aftaná.
Í einari kirkju vóru pengar tiknir, og heitir løgreglan á aðrar kirkjur at kanna um bússurnar hava verið útfyri herverki.
Seint í gjárskvøldið var løgreglan á einum bússtaði í Miðvági. Har vóru 11 hassjplantir tiknar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald