Annað

Løgreglan fekk fleiri fráboðanir um grind í gjár

Sýslumaðurin í meginøkinum gav boð um, at grindirnar/springarnir skuldu ikki haldast til.

2026-05-29 07:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Av løgreglustøðuni verður í morgun sagt, at tey fingu fleiri fráboðanir um grindaboð í gjár.

Tann fyrsta kom úr Hvalvík. Talan var um springarar. 

Seinnapartin komu boð um hvessingar millum Trøllkonufingur og Dalsnípu.

Klokkan 18 vóru grindaboð á Skálafjørðinum.

Klokkan 20 vóru grindaboð millum Hov og Tvøroyri.

Klokkan 21 vóru grindaboð í Tangafirði.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder