Annað

Maður doyði á haruveiðu - stór leiting hevur verið í nátt

Um 21 tíðina í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um, at fólk saknaðu ein mann, sum var farin at skjóta harur í haganum í Signabø.

2025-11-15 09:12 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Stór leiting var sett í gongd. Bjargingartyrlan hjá Atlantic, rescue Lív, dronan hjá bjargingarfelagnum í Havn, og hundar hjá løgregluni saman við staðkendum fólkum vóru við í leitingini.

Klokkan 03:30 funnu hundarnir hjá løgregluni saman við teimum staðkendu fólkunum mannin. Bjargingartyrlan flutti mannin á Landssjúkrahúsið, har hann var staðfestur deyður.

Løgreglan fer nú at kanna umstøðurnar, tey vita ikki hvat er hent. Maðurin var farin einsamallur at skjóta harur. Talan var um ein staðkendan mann.

Løgreglan vil takka teimum staðkendu, sum vóru við í leitingini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder